Tú alfagra land mítt
Tú alfagra land mítt er Færøyane sin nasjonalsong. Tittelen tyder O du mitt vene land. Teksten er skriven av Símun av Skarði (1872-1942), melodien er ved Peter Alberg (1823-1892).
Tekst
endre- Tú alfagra land mítt,
- mín dýrasta ogn!
- á vetri so randhvítt,
- á sumri við logn,
- tú tekur meg at tær
- so tætt í tín favn.
- Tit oyggjar so mætar,
- Gud signi tað navn,
- sum menn tykkum góvu,
- tá teir tykkum sóu.
- Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!
- Hin roðin, sum skínur
- á sumri í líð,
- hin ódnin sum tínir
- mangt lív vetrartíð,
- og myrkrið, sum fjalir
- mær bjartasta mál,
- og ljósið, sum spælir
- mær sigur í sál:
- alt streingir, ið tóna,
- sum vága og vóna,
- at eg verji Føroyar, mítt land.
- Eg nígi tí niður
- í bøn til tín, Gud:
- Hin heilagi friður
- mær falli í lut!
- Lat sál mína tváa
- sær í tíni dýrd!
- So torir hon vága
- - av Gudi væl skírd -
- at bera tað merkið,
- sum eyðkennir verkið,
- ið varðveitir Føroyar, mítt land!